NSR depil í Suðuroynni tikin í nýtslu

Hósdagin var almenn móttøka á nýggja NSR deplinum í Vági, ið er liður í at fáa námsfrøðiligu- og sálarfrøðiligu ráðgevingina nærri borgarunum

Eina tíð hevur verið stáksast inni og uttanfyri eini hús í Vági, tí her skuldi nýggi NSR depilin húsast. Hósdagin var so almenn móttøka og depilin er veruleiki. Hetta er liður í at fáa námsfrøðiligu- og sálarfrøðiligu ráðgevingina nærri brúkaranum, og ein slíkur depil er frammanundan í Eysturoynni.

Nógv fólk stakk inn á gólvið hósdagin, bæði skúlafólk, kommunalpolitikkarar og onnur.

Løgmaður, Jóannes Eidesgaard, hevði fyrstur orðið og fegnaðist um, at enn ein almennur stovnur er uttanfyri Havnina. Hann fegnaðist eisini um, at hendan tænastan nú er nærri borgarunum.

Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági, fegnaðist um hetta felags átak, sum kommunurnar í Suðuroynni hava verið felags um, og tær bera sín part av kostnaðinum. Hon fegnaðist um samstavið og um, at ráðgevingin nú er komin til Suðuroyar.

Hans Eli Dahl, stjóri á Sernámsdeplinum, fegnaðist eisni um nýggja stovnin og at sernámsfrøðin er komin til Suðuroyar. Hann legði eisini dent á, at hann fegnaðist um vælviljan, sum kommunurnar hava víst. Hann minti á, at hetta ber brá av desentralisering, men at við hesum fylgir eisni ábyrgd.

Fimm fólk starvast á NSR Suður, sum depilin eitur. Tveir serlærarar, ein sálarfrøðingur, ein samskipari og eitt skrivstovufólk. Sakaris Dimon er leiðari og samskipari á NSR Suður.

Tað eru kommunurnar í Suðuroynni, sum í samtaki við Mentamálaráðið og

Sernámsdepilin hava sett á stovn NSR-suður, ið er ráðgevandi eind í

samstarvi við Sernámsdepilin.