NSÍ vinnur bara móti botnliðum

Tættast sigri ímóti fremru liðunum higartil var NSÍ, tá ið tað endaði málleyst við Margáir

Støðutalvan sigur, at NSÍ eigur fjórði besta liðið. Kortini hevur liðið higartil ikki megnað at vinna ímóti øðrum enn trimum teimum niðastu – AB, B68 og Skála. Tættast við at vinna ímóti øðrum enn hesum trimum higartil í ár var NSÍ, tá ið tað endaði málleyst ímóti EB/Streymi við Margáir.

-Hesa ferð endaði tað 2-2 í stevnudystinum á heimavølli ímóti ÍF. Avrikið var ikki soleiðis, sum tað var, tá ið vit taptu á heimavølli ímóti B36 og HB. Tað hevur alt at siga, at vit í kvøld runda orduliga av, áðrenn vit fara í summarfrí. Vit hava brúk fyri at vinna í kvøld, sigur NSÍ venjarin Trygvi Mortensen.

Í Sundalagnum hevur fótbóltslagið onkuntíð verið betri, enn tað er í løtuni. Fyrsta tapið í Klaksvík í ellivu ár var steinur oman á byrðu, eftir at liðið varð varpað úr steypakappingini og so legði rygg til 2-1 heimatap ímóti ÍF:

-Hetta sær út til at verða eitt keðiligt ár við nógvum upp og niður. Nú mugu vit fáa nakað burturúr í Runavík og so arbeiða hart í summarfrítíðini, nú vit ikki skulu luttaka í europeisku kappingini í summar, sigur EB/Streyma liðformaðurin Gert Hansen.

Fyri EB/Streym kemur tað illa við, at Pól Jóhannus Justinussen ikki er tøkur ímóti sínum gomlu liðfeløgum.