NSÍ vil ikki standa í vegin fyri einum landsliðsplássi

Nógv bendir á, at Klæmint A. Olsen ikki heldur fram í NSÍ komandi kappingarár

Formaðurin í NSÍ, Dánial Hansen, segði í fótbóltssending í Kringvarpinum í dag, at hann ikki hevur tosað við Klæmint A. Olsen um framtíðina hjá landsliðsspælaranum, nú felagið er flutt niður í 1.deild, men heldur fyri at felagið ikki vil standa í vegin, um hann skiftir fyri at halda upp á landsliðsplássið.

 

- Øll, sum eru góð við NSÍ, eru eisini góð við Klæmint og vilja ikki standa í vegin fyri einum landsliðsplássi hjá honum. Klæmint hevur sáttmála við NSÍ til komandi kappingarár, men eg havi ikki tosað við hann eftir dystin í gjár. Klæmint skal hava tíð at hugsa seg um, og gera tað, ið hann ætlar sær, segði Dánial Hansen í fótbóltssendingini “Fótbóltsprát” í Kringvarpinum í dag.

 

Tíðin, tá tað bar til at spæla í næstbestu deildini og vera á landsliðnum, er farin. Klæmint A. Olsen hevur seinnu árini vunnið seg fram sum eitt av álitunum í álopinum á føroyska landsliðnum, har hann hevur skorað tíggju mál. Hann er eitt mál frá at eiga landsliðsmetið einsamallur.

 

- Hann stendur í einari torførari støðu, sum ein spælari, ið bara hevur umboðað NSÍ, so fyri hann er tað tragiskt at skula flyta niður við NSÍ, og hugsa um sítt landsliðspláss og umdømi. Vit sum felag lata Klæmint sleppa at hugsa seg um, sigur formaðurin í NSÍ, sum ásannar at tilveran í 1. deild er ein onnur.

 

- Tað ger tað trupult fyri NSÍ at halda upp á spælarar, sum hava spælt við NSÍ leingi. Vit byrja á nýggjum og hava gjørt eina fimm ára ætlan . Vit hava Sámal Erik Hentze, sum hevur sáttmála fyri komandi kappingarár, í huganum, sigur Dánial Hansen.

 

Í gjár segði Sámal Erik Hentze við FM1, at hann er sinnaður at halda fram í NSÍ, men krevur at tað verður ein langtíðarætlan. Ikki síðani 1996 hevur besta mansliðið hjá NSÍ spælt í næstbestu deildini.

 

##ms##