NSÍ vil ikki sleppa takinum

1. DEILD: Í kvøld vunnu teir í Runavík grannauppgerðina á útivølli ímóti favorittunum í Víkingi

Tórður Thomsen vardi NSÍ málið í Sarpugerði í kvøld

NSÍ er næstaftast, men teir í Runavík hava av álvara sett bjargingarætlan í verk, og tað kann væl vera, at hon fer at eydnast. Spurningurin er so, um tað kortini verður neyðugt við niðurflyting, tí besta liðið flytur niður. Nú fæst at síggja, um tað verður so galið, men í kvøld gjørdu teir í NSÍ í næstbestu deildini sítt fyri at varðveita plássið í deildini.

 

NSÍ vann 2-1 í Sarpugerði ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi. Hálvleiksstøðan var málleysur javnleikur, og tað var ikki fyrr enn síðstu lítlu løtuna, at málini vórðu skorað. Tað restaðu tríggir minuttir av vanligu leiktíðini, tá ið Meinhard Janusarson legði NSÍ á odda, og tríggjar minuttir seinni økti Súni Hansen um NSÍ leiðsluna til 2-0. Báðir NSÍ málskjúttarnir vórðu skiftir inn eftir steðgin. Meinhard kom á vøllin beinanvegin eftir steðgin, og Súni varð skiftur inn, tá ið ein lítil tími var farin. Eftir deyðbóltsstøðu minkaði Bergur Jákupsson Poulsen um munin til 2-1, tá ið klokkan var farin tríggjar minuttir út um vanligu leiktíðina.

 

Nú øll liðini hava spælt 21 dystir, er NSÍ næstaftast við 14 stigum. Tað eru fýra stig fram til B36. Víkingur er á triðja plássi við 37 stigum. Tað eru tvey stig aftur til Undrið FF, og tað eru 12 stig fram til ÍF.

 

Leyagrdagin fer NSÍ at spæla á útivølli ímoti Undrið FF, og tá fer Víkingur at spæla á útivølli ímóti grannunum í ÍF.

 

Tórður Thomsen vardi NSÍ málið í Sarpugerði í kvøld