Sum in.fo fleiri ferðir hevur skrivað, so hevur NSÍ arbeitt við eini lokalari loysn. Nú er greitt, at Trygvi Mortensen verður nýggjur venjari hjá NSÍ. Helgi L. Petersen verður hjálparvenjari.
Í Runavík vónaðu tey leingi, at Heðin Askham fór at blíva verandi í starvinum sum NSÍ venjari, men tá tað gjørdist greitt, at hann fór til HB, so fór NSÍ í holt við at finna nyggjan venjara.
Trygvi Mortensen og Jens Martin Kundsen vóru nevndir sum ein local loysn, meðan menn sum Milan Kuljic, Jógvan Martin Olsen og John Petersen eisini hava verið nevndir.










