NSÍ váttar: Símun Rógvi til NSÍ

NSÍ boðar í dag frá, at sáttmáli er gjørdur við Símun Rógva Hansen til komandi kappingarár

 

Eins og in.fo skrivaði fyri góðari viku, so bendi alt á at B71 málverjin, Símun Rógvi Hansen, fór at skifta til NSÍ til komandi kappingarár.

 

Og í dag váttar NSÍ tíðindini.

 

NSÍ skrivar:

 

Símun Rógvi Hansen og NSÍ hava skrivað undir 1-ára sáttmála, og sostatt spælir B71-málverjin við NSÍ næsta ár.

 

28-ára gamli málverjin hevur spælt 133 dystir í effo-deildini. Símun Rógvi er uppvaksin í B71 , og hartil hevur hann umboðað HB og AB. Hann hevur verið úttikin til A-landsliðið, men enn eigur hann fyrsta dystin tilgóðar á landsliðnum.

 

Símun Rógvi er ógvuliga spentur uppá at spæla fyri NSÍ, og hartil gleðir hann seg eisini til at spæla í Europa League.