NSÍ vann stórsigur

B36 er varpað úr kappingini, og HB vann seg i hálvfinalu við lutakasti

Nú er tað greitt, hvørji liðini eru, sum skulu spæla hálvfinalu í fótbóltskappingini, sum í góðveðrinum seinnapartin er í Gundadali. NSÍ og ÍF hittast í aðru hálvfinaluni, og í hinari spæla HB og Víkingur.

Merkisvert var tað, at einki mál varð skorað í bólkinum, har KÍ, Skála og HB spældu. Tí var neyðugt við lutakasti fyri at finna útav, hvat av liðunum skuldi halda fram í kappingini. HB vann lutakastið, Skála var nummar tvey og KÍ nummar trý. Bara HB heldur fram úr hesum bólkinum.

 

Meistararnir í B36 eru varpaðir úr kappingini. B36 tapti í fyrsta umfari 1-0 ímóti ÍF, og í triðja umfari tapti B36 1-0 ímóti Víkingi. Hesaferð var tað ein av nýggju spælarunum, Jobin Drangastein, sum var málskjútti hjá Víkingi.

Sigurin ber við sær, at Víkingur heldur fram í kappingini saman við ÍF.

NSÍ vann trivaligan 4-0 sigur á TB. Tað ber við sær, at NSÍ verður einasta liðið, sum heldur fram í bólkinum, har AB eisini var við.

Hálvfinalurnar

NSÍ-ÍF

HB-Víkingur

 

Ovari vøllur: ( leiktíð er 30 min.)

Kl.14.00 AB – NSÍ 0-0

Kl.14.45 AB – TB 0-0

Kl.15.30 NSÍ – TB 4-0

 

Niðari vøllur: ( leiktíð er 30 min.)

Kl.14.00 ÍF - B36 1-0

Kl.14.45 ÍF – Víkingur 1-1

Kl.15.30 B36 – Víkingur 0-1

 

Tórsvøllur: (leiktíðin er 30 min)

14.00 HB – KÍ 0-0

14.45 HB – Skála 0-0

15.30 KÍ – Skála 0-0

 

Hálvfinalur

16.15 NSÍ-ÍF

17.00 HB-Víkingur

 

kl. 17.45 FINALA á Tórsvølli