NSÍ hevur í dag vunnið fyrsta heimadystin í hesum kappingarárinum. Úrslitið ímóti Skála var 2-0. Tað vóru tveir av meiri óroyndu spælarunum, sum skoraðu. Miðverjin Per Langgaard setti hol á eftir fríspark í fyrra hálvleiki, og miðvallarin Petur Knudsen staðfesti sigurin í seinna hálvleiki.
Í Fløtugerði í Fuglafirð endaði tað 2-2. Øll málini vórðu skorað eftir deyðbóltar.
ÍF legði sera sannførandi fyri. Clayton Soares setti hol á ávið fínum stútara eftir fríspark frá Karl Løkin, og so økti Andy Olsen, tá ið hann við høvdinum stýrdi horna úr høgru frá Alex José dos Santos í málið.
Gert Hansen minkaði lítla løtu undan steðginum um munin eftir fríspark og avlevering frá Andreas Lava Olsen. Eftir horna og eitt sindur út frá javnaði Sølvi Vatnhamar til 2-2, tá ið seinni hálvleikur var fimm minuttir gamal.
NSÍ hevur seks stig, Víkingur hevur fimm stig, ÍF hevur fýra stig, og Skála hevur trý stig.
ÍF-Víkingur 2-2 (2-1)
1-0: Clayton Soares
2-0: Andy Olsen
2-1: Gert Hansen
2-2: Sølvi Vatnhamar
NSÍ-Skála 2-0 (1-0)
1-0: Per Langgaard
2-0: Petur Knudsen
Tríggir dystir vera klokkan 15.00 í morgin: B68-B36, HB-KÍ og TB-AB.