NSÍ vann søtan sigur í Sarpugerði

1. DEILD: Víkingur svaraði tvær ferðir aftur, tá ið teir gulu høvdu lagt seg á odda, men at enda megnaði NSÍ at halda tørn

Jógvan Højgaars skoraði NSÍ sigursmálið í Sarpugerði mikukvøldið

Annað umfar í næstbestu deildini er í hesi døgum. Fyrsti dysturin varð spældur longu mikukvøldið, tá ið tað var grannauppgerð millum Víking og NSÍ. Dystirnir hjá næstbesta liðnum hjá Víkingi plaga at vera uppi á Brekku í Leirvík, men so tíðliga á árinum eru líkindini ofta betri at spæla í Sarpugerði enn í Leirvík, og soleiðis var tað mikukvøldið.

 

Talan var um sera hendingarríka og undirhaldandi grannauppgerð, sum NSÍ vann 3-2 eftir hálvleiksstøðuna 2-2. Á liðnum hjá Víkingi vóru fleiri, sum annars eru á listanum hjá besta liðnum, meðan tað vóru fáir á liðnum hjá NSÍ við royndum í bestu deildini.

 

Kári Johannesen, sum fyri 26. ferð umboðaði NSÍ í 1. deild, legði NSÍ á odda, tá ið smáir 10 minuttir vóru farnir. Hetta var aðru ferðir yvirhøvur, at hann skoraði í 1. deild. Fyrra ferðin var 15. oktober í 2022, tá ið NSÍ á útivølli tapti 4-1 ímóti næstbesta liðnum hjá 07 Vestur.

 

Tá ið góðir 20 minuttir vóru farnir, javnaði Víkingur. Málskjútti var Bergur Gregersen.

 

10 minuttir undan steðginum var NSÍ aftur upp á spæl. Áron Høj skoraði til 2-1. Hetta var 49. dysturin hjá honum fyri barndómsfelagið í 1. deild, og hetta var fimta ferðin, at hann var málskjútti.

 

Fimm minuttir undan steðginum javnaði Jákup Martin Jarnskor til 2-2. Hann skoraði eisini, tá ið Víkingur í fyrsta umfari vann 3-2 á útivølli ímóti TB.

 

Sigursmálið skoraði NSÍ seks minuttir undan leikloki. Málskjútti var Jógvan Højgaard, sum eisini var málskjútti, tá ið NSÍ í fyrsta umfari vann 2-0 á útivølli ímóti FC Hoyvík.   

 

Jógvan Højgaars skoraði NSÍ sigursmálið í Sarpugerði mikukvøldið