NSÍ vann í Klaksvík

Steypakapping kvinnur: Lea Lisberg var tvífaldur málskjútti, tá ið EBS/Skála við 2-0 heimasigri vann seg í favorittstøðu at vinna finalupláss

Mynd: Oliver Joensen/nordlysid.fo

Fyrru hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum vóru í kvøld.

 

Nú tað resta fýra umfør í landskappingini sær støðutalvan soleiðis út, at tað var upplagt at rokna við, at HB var favorittur á útivølli, og at KÍ var favorittur á heimavølli ímóti NSÍ.

 

At steypakapping og steypadystir eru heilt øðrvísi enn landskapping varð enn einaferð staðfest. EBS/Skála vann 2-0 ímóti HB, og NSÍ fór úr Klaksvík við 1-0 sigri.

 

Í landskappingini er EBS/Skála á fjórða plássi við 24 stigum, meðan HB er á triðja plássi við 31 stigum. Í kvøld skoraði Lea Lisberg bæði málini, tá ið EBS/Skála vann 2-0 undir Mýtuhjalla á Skála ímóti HB.

 

Fyrra málið varð skorað, tá ið eitt korter var farið, og tað var eftir álop í høgru og innlegg. Seinna málið skoraði Lea við beinleiðis hornasparki úr vinstru, tá ið ein hálvur tími var farin.

 

KÍ er topplið í landskappingini. Tær í Klaksvík eru fýra umfør undan kappingarenda átta stig frammanfyri nummar tvey, sum er NSÍ. Í kvøld fór NSÍ úr Klaksvík við sigrinum. Talan var um sera spennandi og javna uppgerð, har tað var langt millum uppløgdu málmøguleikarnar.

 

Sigursmálið skoraði NSÍ í 90. minutti. Tað var eftir horna úr vinstru og út frá, at Stefania Cabral setti bóltin í netið.

 

Seinnu hálvfinalurnar vera leygardagin 1. oktober, og steypafinalan verður leygardagin 29. oktober.

 

 

 

Mynd: Oliver Joensen/nordlysid.fo