NSÍ vann í Gundadali

1. DEILD: Eftir trý tap á rað reisti NSÍ seg við at vinna í Gundadali í síðsta umfari ímóti B36

Meinhard Janusarson var í kvøld fyri fjórðu ferð í ár tvífaldur málskjútti á næstbesta NSÍ liðnum. Hann hevur tilsaman skorað 10 mál í 1. deild í ár

Stóran part av kappingarárinum var NSÍ við í kappingini um heiðursmerkini, og harvið sá tað út til, at NSÍ fór at hava ein fingur við í spælinum um, hvussu spurningurin um uppflyting fór at spæla av.

 

Tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur NSÍ einki stig vunnið, og undan síðsta dystinum, sum í kvøld var í Gundadali ímóti B36, var NSÍ á sætta plássi við 37 stigum og málmuninum -6. B36 var undan síðsta umfari á áttanda plássi við 30 stigum og málmuninum -16. Undan síðsta umfari var tað greitt, at B36 fór ikki at flyta niður.

 

Í kvøld vann NSÍ 4-2, eftir at NSÍ í fyrra hálvleiki var frammanfyri 4-0. Úrslitið ber við sær, at NSÍ endar á sætta plássi við 40 stigum.

 

Súni Hansen setti hol á, tá ið eitt lítið korter var farið, og miðskeiðis í fyrra hálvleiki økti Meinhard Janusarson um munin til 2-0. NSÍ skoraði tvey mál aftrat síðstu fimm minuttirnar av fyrra hálvleiki. Tað fyrra skoraði Beinir Nolsøe, og tað seinni skoraði Meinhard Janusarson, sum harvið var tvífaldur málskjútti, og sum tilsaman í ár skoraði 10 mál og var næstbesti NSÍ málskjútti í næstbestu deildini. Jørgen Nielsen skoraði 11 mál.

 

B36 pyntaði í seinna hálvleiki tvær ferðir um munin. Fyrra málið skoraði Rani Berg í Soylu miðskeiðis í seinna hálvleiki, og tríggjar minuttir undan leikloki var tað innskifti Sámal Jákup Jóhannusarson, sum minkaði um munin til 4-2. Tað var fýra minuttir eftir, at Villiam Emil Klein hjá B36 hevði sæð reyða kortið.

 

Meinhard Janusarson var í kvøld fyri fjórðu ferð í ár tvífaldur málskjútti á næstbesta NSÍ liðnum. Hann hevur tilsaman skorað 10 mál í 1. deild í ár