NSÍ tryggjar framtíðina

NSÍ hevur longt sáttmálan við ein av ungu og evnaríku spælarunum

NSÍ boðar á heimasíðuni frá, at Jørgen Nielsen hevur gjørt nýggjan sáttmálan við NSÍ. Talan er um ein tvey ára sáttmála.

 

– Hóast sín unga aldur hevur Jørgen longu víst síni evnir, og er hann stórt talent í felagnum. Vit eru øll sera fegin um, at Jørgen hevur longt sáttmálan, og ynskja vit honum hjartaliga tillukku og góða eydnu, skrivar NSÍ.

 

17 ára gamli Jørgen Nielsen fekk sínar fyrstu minuttir í Betri deildini í fjør. Í ár hevur leikluturin verið størri og tað tey vóna, at Jørgen Nielsen kann verða við at mynda framtíðina hjá felagnum. Hann er áleypari, sum eisini hevur spælt á kantinum.

 

Jørgen Nielsen hevur spælt 13 dystir í ár. Átta ferðir er hann skiftur inn og fimm ferðir er hann skiftur út. Tað er blivið til eitt mál, men tíverri bleiv hann skaddur í støðuni. Nú er hann aftur og klárur at saman við øðrum at fylla holið eftir Peturi Knudsen.