NSÍ spílar seg út: Dion aftur í gaggurnar

1.deild menn: NSÍ hevur spílað seg út og fingið Dion Spildt aftur í gaggurnar

NSÍ hevur spílað seg út og fingið Dion Spildt aftur í gaggurnar. Argjamaðurin er 33 ára gamal og hevur spælt 156 dystir í bestu deildini, har hann hevur skorað 24 mál.

 

NSÍ skrivar:

 

NSÍ fær tilgongd av enn einum leikara. Talan er um roynda álopssinnaða miðvallaran Dion Splidt. Dion er 33 ára gamal. Hann hevur spælt 156 dystir í bestu deildini, har hann hevur skorað 24 mál.

 

Tað hevur stóran týdning í einum menningarumhvørvi, at talan er um eina hóskandi blanding av royndum leikarum og ungum evnaríkum leikarum. Dion gevur okkara hópi nógvar royndir, og sum skilst, so er hópurin við hesi undirskriftini tætt við at verða klárur. Vit hava tó frætt, at møguliga er onkur leikari á veg afturat.