21 ára gamli Andras Brixen Vágsheyg hevur í kvøld, skrivað sáttmála við AB. Andras Brixen Vágsheyg hevur spælt við NSÍ í seinnu hálvu, men hevur nú lagt leiðina til høvðusstaðin. Hann hevur í ár eisini spælt á U21 landsliðnum.
AB heimasíðan skrivar:
Andras spældi sum ungur við HB, men hevur seinastu 5 árini búð í Danmark, har hann m.a. hevur gingið á studentaskúla. Í Danmark hevur hann spælt í 2. división við Rishøj og Fremad Amager. Hann flutti aftur til Føroya í summar, og hevur seinnu hálvu av hesum kappingarárinum spælt við NSÍ.
Andras spælir í miðverjuni, men hevur eisini verið nógv á høgra og vinstra bakk. Hann er sera evnaríkur spælari, og hevur verið á U17, U19 og U21 landsliðnumí uppvøkstri sínum.
Nú er hann vorðin ABari, og hetta heldur hann vera frálíkt. "Eg havi spælt við NSÍ síðani í summar, men av tí eg búgvi í Havn, bleiv tað nakað langt at koyra ímillum. Eg kenni fleiri av spælarunum hjá AB, og teir hava bara alt gott at siga um felagið. Eisini eri eg áhugaður at fáa spælitíð og ikki sita ov bógv á beinkinum, og tí var nokk betri at fara til AB enn til HB ella B36, haldi eg", sigur Andras. "Bill kenni eg eisini frá U21 landsliðnum, so tað var eisini ein orsøk til, at eg ynskti at spæla her", endar Andras prátið við heimasíðuna hjá AB.