NSÍ spælari hevur slitið krossbandið

B68 og Jákup á Borg hava knívin á barkanum í grannauppgerðini í Runavík

Tað er grannauppgerð í Runavík. B68 er gestur, og hetta er síðsti dystur, har Jákup á Borg hevur ábyrgdina av B68 liðnum. Um hetta eisini er síðsti dystur hjá B68 í bestu deildini á hesum sinni fæst at vita um fýra tíðina seinnapartin. Um tað skal sleppast undan at flyta niður, so er neytðugt hjá B68 at vinna ímóti NSÍ, og samstundis skal Skála einki stig vinna í Gundadali ímóti B36.

 

Hjá B68 er miðvallarin Hanus Højgaard leikbannaður. Sebastian Lau Nielsen og Bartal Páll Klein eru tøkuir aftur eftir leikbann.

 

Hjá NSÍ er miðverjin James Michael Drye ikki tøkur. Hann sleit krossbandið undir venjing herfyri og verður neyvan at síggja aftur á vøllinum næstu nógvu mánaðirnar.

 

NSÍ hevur tryggjað sær fjórða plássið. Um tað fer at bera atgongd til europakapping við sær næsta summar fæst at síggja leygardagin um eina viku, tá ið B36 og HB fara at spæla finalu um løgmanssteypið.

 

 

 

NSÍ – B68 kl. 14.00

 

Dómari: Heini Ziskason Viðoy

 

NSÍ: Kristian Joensen – Rasmus Plauborg, Mirza Mujcic, Lars Agardius – Jógvan Højgaard, Jasper Van Der Heyden, Beinir Nolsøe, Yassine El Quatki, Betuel Hansen, Pætur Hentze – Steffan A. Løkin, Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen

 

Venjari: Jens C. Wedeborg

 

B68: Tórður Thomsen – Fríði í Túni Petersen, Aleksandur Ólavsson Jensen, Aron Reinert Hansen, Hjalti Strømsten – Sebastian Lau Nielsen, Ragnar Samuelsen – Karstin Clementsen, Bárður ò. Jensen, Jóhan Josephsen – Bartal Páll Klein

 

Venjari: Jákup á Borg