NSÍ er í finaluni

Nú verður gjørt klárt til í brotssparkskapping at finna seinna steypafinalistin

Máltalvan sigur 2-2, og tað vil siga, at eftir tvær ferðir 2-2 og 120 minuttir í kvøld verður tað nú riggað til brotssparkskapping í kuldanum í Runavík, har tað hevur hug at vera eitt sindur av kavafølvi.

 

Tað snýr seg um at finna fram til, hvør seinnapartin leygardagin skal spæla finalu í kappingini um løgmanssteypið ímóti B36, sum fyrr í kvøld vann ruddiligan 3-0 heimasigur ímóti Víkingi og harvið samantalt 3-1

 

Í HB málinum stendur landsliðsmálverjin Teitur Matras Gestsson.

 

Heilt merkisvert er tað, at NSÍ nú undan brotssparkskappingini skiftir málverja. Tórður Thomsen, sum hevur verið skaddur í eitt hálvt ár, avloysir Karstin Hansen, ið hevur vart NSÍ málið, síðani Tórður Thomsen varð skaddur í knænum í landsdysti á heimavølli ímóti Liktinstein.

 

Vit fylgja við brotssparkskappingini beinleiðis:

 

Brotssparkskappingin verður ímóti norðara málinum - tí nærri høllini, og tað er HB, sum leggur fyri.

 

0-1: Áki D. Samuelsen

 

Klæmint A. Olsen og Teitur Matras Gestsson bjargar, men dómarin sigur, at skotið skal takast av nýggjum, tí málverjin flutti seg av strikuni.

 

1-1: Klæmint A. Olsen

 

1-2: Hørður H. Askham

 

1-2: Rógvi Egilstoft, og Teitur tveitir seg til vinstru og bjargar meistarliga

 

1-3: Pætur J. Petersen

 

2-3: Jacob Trenskow

 

2-4: Hilmar Leon Jakobsen

 

3-4: Búi Egilsson

 

3-4: Teitur Matras Gestsson og Tórður Thomsen bjargar

 

4-4: Tróndur Jensen

 

4-4: René S. Joensen  og Tórður Thomsen bjargar

 

4-4: Jákup Jakobsen og Teitur Matras Gestsson bjargar

 

4-5: Bartal Wardum

 

5-5: Oddur Á. Højgaard

 

5-6: Heri H. Mohr

 

6-6: Pætur Hentze í stólpan og í málið!

 

6-6: Michal Przybylski og Tórður Thomsen bjargar

 

7-6: Sølvi Sigvardsen