NSÍ aftur royndarklútur hjá altjóða óroyndum dómara

UEFA valdi fyri aðru ferð í fimm ár dyst hjá NSÍ til púra óroyndan altjóða dómara

UEFA dámar heldur væl at velja dystir hjá NSÍ til púra altjóða óroyndar dómarar

Føroysku liðini mugu bíta í seg, at tá tey taka lut í undanundanumførum í fyrstu undanumførunum í evropeiskum kappingum, so er tað ikki altíð teir mest altjóða royndu dómararnir vit koma at síggja á vøllinum í Føroyum.

 

Tað er eingin ivi millum tey sum vóru á Svangaskarði til Europa Conference League dyst, at FC Honka hevði 3-1 sigurin á NSÍ uppibornan. 

 

Men við til søguna hoyrir, at NSÍ og FC Honka vóru royndarklútar hjá tí í altjóða høpi púra óroynda walisiska dómaranum, Tom Owen. Frásøgumaðurin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig hevði eisini á orðið nakrar ferðir, at væntandi altjóða royndirnar sóust tíverri ov ofta aftur undir dystinum.

 

Fyri fimm árum síðani, 30. juni í 2016 varð NSÍ eisini royndarklútur hjá einum altjóða púra óroyndum dómara á Svangaskarði.

 

Tá stóð at lesa á in.fo: - Aftaná óuppiborna 2-0 sigurin hjá Shakhtyor Soligorsk ímóti NSÍ í fyrsta undanumfarinum í Europa League kappingini fekk Hilmar Jan Hansen orðið á Pól Johannus Justinussen. Vánaliga avrikið hjá Tim Marshall úr Norðurírlandi, sum dømdi dystin fall eisini Pól Johannus Justinussen fyri bróstið. Pól Johannus Justinussen hevur upplivað nógv í fótbólti, eisini við føroyska landsliðnum, og hann staðfestir, at hann hevur ongantíð upplivað ein so vánaligan dómara: - Tað kendist, sum vóru vit 10 ímóti 12, greiðir Pól Johannus Justinussen. Talan var bert um annan altjóða dystin hjá Tim Marshall. Tá Tim Marshall dømdi sín fyrra altjóða dyst var tað í Andorra í fjør (í 2015 red.). Talan var eisini tá um ein dyst í fyrsta undanumfarinum í Europa League. UE Sant Julia tók ímóti Randers FC úr Danmark, og tá fekk Tim Marshall ilt í hópin hjá Randers FC, tá hann vísti ikki færri enn tveir spælarar hjá Randers av vøllinum. Fyrra útvísingin fall í 17. minutti, og onnur útvísingin fall í 81. minutti. Kortini eydnaðist tað Randers FC at vinna 1-0 í Andorra, og á heimavølli setti Randers FC tingini uppá pláss við einum 3-0 sigri, og harvið einum samlaðum 4-0 sigri. Mads Fenger, spælari hjá Randers FC segði tá við við blaðið "Amtsavisen", at hann var skelkaður av tí, sum hendi niðri í Andorra. Hann hevði forsvorið, at ein norðurírskur dómari, sum er vanur við eitt sindur hart, bretskt spæl, sum norðurírska ligan er kend fyri fór at loyva eitt sindur, men Tim Marshall helt ongan norðurírskan stíl, og Randers FC mundi komið í óføri í tí fyrra dystinum í Andorra. 

 

Tað var ikki so galið á Svangaskarði hesaferð, men tað tykist sum UEFA dámar væl at brúka dystir hjá NSÍ til altjóða óroyndar dómarar, og tað er sjáldan ein fyrimunur. Spælarar hjá FC Honka áttu avgjørt kort i støðum har tað ikki var givið, sambært frásøgnini hjá Petur Asbirni Lervig á FM1. 

 

UEFA dámar heldur væl at velja dystir hjá NSÍ til púra altjóða óroyndar dómarar