NSÍ og B68 venjararnir gera klárt til lokalbrak

Trygvi Mortensen, venjari hjá NSÍ og Jógvan Martin Olsen, venjari hjá B68 vitjaðu "Vespureiðrið" í dag

Fyrsta prátið John Andersen og Jonhard Hansen høvdu í tí serligu eingangs "Vespureiðurs"-sendingini á Rás2 í dag, var við høvuðsvenjararnar, Trygva Mortensen hjá NSÍ og Jógvan Martin Olsen hjá B68.

 

Liðini møtast í tí fyrsta umfarinum í effodeildini í einum dysti við Løkin í Runavík komandi vikuskiftið.

 

Trygvi Mortensen ætlar sær trý stig, meðan tann meira varni Jógvan Martin Olsen væntar eina spennandi og intensa grannauppgerð.

 

Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra prátið John Andersen og Jonhard Hansen høvdu við Jógvan Martin Olsen og Trygva Mortensen.