Við 2-0 sigri á HB í dag, vísti NSÍ enn einaferð, at teir eru klárir at taka dystin upp við tey ovaru liðini. Júst hesir dystirnir vóru teir, ið NSÍ hevði trupulleikar av undanfarna kappingarár, men í dag var als eingin ivi, at NSÍ fór at fáa sigurin. NSÍ var munandi meira ágangandi enn HB, og vann uppiborið 2-0.
Í Fuglafirði møttust ÍF og KÍ, ið bæði høvdu fingið eina heldur laka byrjan uppá kappingina. Endaliga úrslitið av tí dystinum gjørdist, at ÍF vann 3-1, eftir at hálvleiksstøðan var 1-1. Málini hjá fuglfirðingum skutu Bartal Eliasen, Adeshina Lawal og Kristoffur Jakobsen. ÍF spældi seinastu løtuna av dystinum í dag við níggju móti ellivu, tí tveir ÍF leikarar fingu reytt kort í seinna hálvleiki. Adeshina Lawal fekk í dag sítt annað reyða kort í kappingarárinum, meðan Karl Løkin móti endanum av dystinum, fekk sítt seinna gula kort í dystinum.
Í hinum báðum dystunum vunnu B36 og Víkingur, ávíkavíst á TB og EB/Streymi.
Á stigatalvuni eru tað NSÍ og verandi føroyameistararnir úr B36, ið nú hava lagt sjógv millum seg og hini liðini.
Í botninum øktist spenningurin eisini, við tað at FC Suðuroy vann heimadystin móti AB 3-1.
Úrslitini í 6 umfari í Effo-deildini:
FC Suðuroy-AB 3-1
NSÍ-HB 2-0
ÍF-KÍ 3-1
B36-TB 3-0
EB/Streymur-Víkingur 1-2
Stigatalvan í Effo-deildini:
1. NSÍ 15 stig
2. B36 14 stig
3. Víkingur 10 stig
4. HB 9 stig
5. ÍF 7 stig
6. TB 6 stig
7. KÍ 5 stig
8. AB 5 stig
9. EB/Streymur 3 stig
10. FC Suðuroy 3 stig