NSÍ leitar eisini til Íslands

Les her hvørjir íslendskir venjarar eru uppá tal hjá NSÍ til komandi kappingarár

Fyrr í dag skrivaði in.fo at NSÍ er í samráðingum við danskan venjara til komandi kappingarár. Í samrøðu við in.fo viðurkendi Sonni L. Petersen, formaður í NSÍ, eisini at danski Anders Gerber var eitt av evnunum sum venjari til komandi kappingarár.

 

Men íslendska heimasíðan Morgunblaðið veit eisini at siga, at NSÍ dyrgir eftir venjara í Íslandi.

 

Heimasíðan skrivar at trý íslendsk nøvn eru í uppskoti sum komandi NSÍ venjari. Harumframt veit heimasíðan eisini at siga at ein danskari er ímillum kandidatarnar, og er tað uttan iva Anders Gerber, sum in.fo fyrr í dag skrivaði um.

 

Tey trý íslendsku nøvnini eru Guðjón Tórðarson, Atli Eðvaldsson og Ólavur Tórðarson.

 

Morgunblaðið hevur samrøðu við NSÍ legenduna Jens Martin Knudsen, sum sigur við blaðið at felagið er áhuga at fáa íslendskan venjara. Í samrøðu við morgunblaðið sigur Jens Martin Knudsen.

 

-       Vit vóru í samráðingum við Petur Petursson, men orsakað av familjuni lá tað ikki fyri hjá honum at koma til Føroyar at vera venjari.

 

-       Vit høvdu kunna tonkt okkum at fingið íslendskan venjara. Heitastu fótbóltslondini í Europa í dag eru Belgia og Ísland.

 

Afturat tí viðurkennir Jens Martin eisini at tað stendur millum trý íslendsk nøvn og eitt danskt navn, um at vera NSÍ venjari komandi ár.

 

Guðjón Tórðarson var seinast venjari hjá Grindavík í kappingarárinum 2012. Undan tí hevur Guðjón eisini vant feløg sum Crewe Alexandra, Notts County, Barnsley, Stoke City, Start, ÍA og Keflavík.

 

Atli Eðvaldsson hevur áður starvast sum landsliðsvenjari hjá Íslandi. Hann var landsliðsvenjari árini 1999-2003, og hevur annars vant feløg sum ÍBV, Fylkir, KR, Valur og seinast Afturelding í Íslandi.

 

Ólavur Tórðarsson er fyrrverandi landsliðsleikari hjá Íslandi, og leikti í síni tíð 72 dystir á íslendska landsliðnum. Hann hevur seinast starvast sum venjari hjá Víkingi í Reykjavík, har hann hevur verið venjari frá 2011 til 2015. Undan tí hevur hann eisini vant feløg sum Fylkir, Fram og ÍA.