TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Trygva Mortensen, aftaná stórsigurin 5-1 hjá NSÍ yvir FC Suðuroy við Løkin í Runavík í dag.
Trygvi fegnast um, at hansara menn reistu seg skjótt, aftaná FC Suðuroy kom á odda 1-0 í fjórða minutti. Longu seks minuttir seinni hevði NSÍ javnað. Trygvi staðfestir, at tað var gott at koma á sigurskós aftur, aftaná tapini ímóti B36 og Víking í oddastríðnum í effodeildini.
Nú gera teir í Runavík klárt at taka ímóti EB/Streymi komandi sunnudag, har trý stig aftur verður kravið hjá teimum gulu og svørtu.