NSÍ í samráðingum við hendan

Danskur venjari er upp á tal í NSÍ, sum er einasta felagið í Effo-deildini, sum ikki hevur sett venjara

Anders Gerber er millum venjararnar, sum NSÍ er í samráðingum við í løtuni. Anders Gerber hevur fyrr verið venjari hjá Viljormi Davidsen í FC Fyn.

 

Anders Gerber er fyrrverandi høvðusvenjari hjá Aarhus Fremad og FC Fyn, meðan hann síðani 2011 hevur verið hjálparvenjari hjá Silkeborg, sum hevur havt spælarar sum Christian L. Holst og Ára M. Jónsson.

 

NSÍ er framvegis einasta felagið í Effo-deildini, sum ikki hevur sett venjarar fyri komandi kappingarár.