NSÍ hevur mist ein spælara aftrat

Ein av royndastu NSÍ spælarunum hevur nú gjørt av at gevast á hægsta støði

Tað hevði verið hugaligt, um søgan var, at onkur góður spælari varð lagstur aftrat, nú støðan í NSÍ er, sum hon er skilt á tann hátt, at teir flestu, sum vóru við til at bera liðið í fjør eru fluttir í onnur feløg eru skaddir ella eru givnir at spæla á hægsta støði.

 

Fyri einari viku síðani var søgan, at ein nýggjur álopsspælari varð lagstur aftrat. Talan var um danska álopsspælaran Kristian Andersen, sum í 5-1 tapinum á útivølli ímóti HB vísti seg at vera kærkomin styrkur.

 

Í Sosialinum, sum í dag verður borin haldarunum, og sum tað ber til at keypa í blaðbúðunum og á netinum, er ein av søgunum, at nú hevur verjuspælarin Jóhan Troest Davidsen gjørt av at gevast við fótbólti á hægsta støði. Hann hevur ikki verið á liðnum higartil í ár. Orsakað av skaða fór hann ikki fyrr enn væl eftir ársskiftið undir fyrireikingarnar, og tá ið landskappingin tørnaði fyri, varð hann raktur av koronu. Síðani hevur hann ikki verið til venjingar, og nú er tað greitt, at Jóhan Troest Davidsen ikki verður partur av NSÍ liðnum í ár.

 

34 ára gamli Jóhan Troest Davidsen hevur sambært faroesoccer.com spælt 338 dystir í fremstu deildini. Hann var fyrstu ferð á besta liðnum í 2004, og umframt barndómsfelagið NSÍ hevur hann umboðað HB í seks ár – 2012 – 2017 – og Skála eitt skifti í 2006. Í tíðarskeiðnum 2007 til 2017 var hann 35 ferðir á landsliðnum.

 

Sunnudagin fær NSÍ vitjan av grannunum í B68.