##med2##
Hoyr FM1 siga frá støðuni, tá nummar 24 verður skiftur inn
Í gjár var 20. umfar í Betri deildini hjá monnum. B36 2-1 á NSÍ, sum í løtuni hevur heimavøll á Eiði. Í yvirtíðini skifti B36 út, og inn kom nummar 24 Ragnar Samuelsen, men hann var ikki skrásettur á dómaraseðlinum. Longu í beinleiðis frásøgnini á FM1 gerst greitt, at okkurt er galið.
Eftir dystin kunngjørdi formaðurin í NSÍ, Dánial Hansen, fyri Kringvarpinum, at NSÍ hevur kært málið. Rúni Gaardbo, dómari í dystinum, váttaði fyri bolt.fo, at spælarin ikki kundi skrásetast, tá dómaraseðilin skuldi góðkennast eftir dystin og málið er sent víðari til FSF.
B36 hevur skundað sær at víst á fordømi, har ongin ítróttarlig revsing hevur verið. Hetta var í 2007, tá Skála skifti spælara inn, sum ikki stóð á dómaraseðilunum. FSF dømdi Skála at tapa dystin, men Yvirkærunevndin broytti tað til eina bót.
Ragnar Samuelsen hevur verið partur av hópinum hjá B36 í alt ár, og tað var eitt tómt pláss á dómaraseðilinum, har tað sambært B36 var ætlanin, at navnið hjá Ragnari Samuelsen skuldi standa. Tí er talan ikki um, at B36 hevði ov nógvar spælarar við.