Fyri stuttum varð Sámal Erik Hentze settur at vera venjari hjá NSÍ fram til kappingarlok í 2023.
Í dag boðar felagið frá, at sáttmálar eru undirskrivaðir við tríggjar nýggjar spælarar. Harvið verða fyritreytirnar av álvara styrktar av vera við í kappingini um fjórða plássið og altjóða luttøku á sumri 2023.
Nú kappingin er í summarfrí, er NSÍ eftir 15 umfør á áttanda plássi við 15 stigum. Tað eru sjey stig fram til B36, sum er á fjórða plássi.
NSÍ skrivar soleiðis nú seinnapartin:
BRÁTÍÐINDI
Felagið hevur gjørt 3 nýggjar sáttmálar. NSÍ hevur gjørt sáttmála við Mathias Nielsen, Miska Rautiola og Lukas Giessing.
Mathias Nielsen er 31 ára gamal, og hevur eina rúgvu av royndum úr donskum fótbólti, nevnast kann at hann hevur spælt fyri FC Nordsjælland, Viborg, AC Horsens, Randers og nú til seinast í HB Køge. Tí fegnast vit stórliga um at hava fingið ein sera royndan leikara inn í felagið, ein mann við royndum, sum kann hjálpa og stuðla okkara ungu monnum víðari í teirra útvikling.
Miska Rautiola er úr Finnlandi, hann er 24 ára gamal, og hevur hann spælt í bestu finsku deildini, hann er ein góður og sterkur verjuleikari, sum hóast sín unga aldur longu hevur nógvar royndir.
Lukas Giessing er kendur áU21 landsliðnum hjá Føroyum, og hevur sera góð evnir.
Aftrat hesum hevur felagið fingið tilgongd av einum leikara úr Ukraina, umframt at Jørgen Nielsen er aftur í felagnum.
Vit ynskja nýggju leikaranum vælkomnum til felagið, og bestu eydnu í NSÍ.
SAMAN STANDA VIT STERK










