Klæmint A. Olsen, sum mátti berast av vøllinum í Gundadali móti B36 sunnudagin, verður við í kvøld, tá Víkingur og NSÍ bresta saman í stríðnum um hvør skal elta B36 í FM stíðnum.
Les eisini: Eitt ivamál í hópinum hjá Víkingi
Toppskjúttin í landinum og liðskiparin há NSÍ váttar fyri in.fo, at hann er tøkur til dystin í kvøld. Hann fekk eitt sokalla heksaskot í 3-0 taptinum fyri B36. Ein løtu sá tað álvarsligt út, tá hann ikki kláraði at standa uppi og mátti berast av vøllinum.
Skjótt gjørdist tó greitt, at talan ikki var um álvarsligan skaða. Í vikuni hevur verið arbeitt við at fáa týdningarmikla framherjan kláran. Tað hevur eydnast.
NSÍ er á øðrum plássi fimm stig aftanfyri B36, meðan Víkingur tvey stig færri enn NSÍ. Dysturin millum Víking og NSÍ byjar klokkan 18 og verður í Sarpugerði. Rás2 sigur frá.