Lagið var aftur gott á fótbóltsfjepparunum hesaferð, tá teir skuldu senda eitt sms inn til sendingina "Triði Hálvleikur" á Rás2.Aftur hesaferð varð tað ein NSÍ-fjeppari, sum hevði tað besta smsið. Tað góða og speiska smsið var soljóðandi:
"Man tosar ofta um at tað luktar so illa í Fuglafirði, men tað einasta sum stinkaði í Fuglafirði í dag, var B36."
Onnur góð og stuttlig sms, sum komu inn vóru hesi :
"B36 gleið í lýsinum í Fuglafirði."
"Tað er heppið, at Cieslewicz hevur so stutt bein - annars hevði kanska verið ov langt at detta."
"Nú verður nógvur útróður hjá klaksvíksskingum.. EB/Streymurin er ikki so harður í dag.. Vit koma sterkt aftur við harðari EB/Streymi næstuferð ;-)"
"Bindiklubbakonurnar úr Sundalagnum, høvdu tað nokk betur á Bindifestivalinum, enn í Klaksvík."
"B36 hevur gron, og Jákup á Borg hevur broytt eftirnavn til Jákup í Sorg."
"EB/Streymur sá ikki serliga gott út í dag. Teir sóu út sum 10 Skála MÁLMENN, sum runnu á vøllinum. Tað er kanska ikki so løgið. Teirra venjari er jú tann gamli Skála venjarin."
"Tað var ikki undarligt, at sólin skein í Klaksvík í dag."
"SpæliLEIVið er komið uppá pláss hjá ÍF."