Kappingarnevndin hevur gjørt skjótt av. Nú er niðurstøða gjørd í kæruni, sum NSÍ eftir dystin í Hólmanum á Eiði síðsta sunnudag, sendi FSF. Eftir 1-0 til NSÍ í fyrra hálvleiki, vann B36 dystin 2-1.
Orsøkin til, at NSÍ kærdi um dystin var tann, at Ragnar Samuelsen, sum varð skiftur inn í síðstu løtu, ikki var á dómaraseðlinum.
Kappingarnevndin hevur viðgjørt kæruna og skrivar soleiðis:
NSÍ hevur í skrivið til Fótbóltssamband Føroya, dagfest 28.08.2022, kært B36 fyri at hava nýtt Ragnar Samuelsen (nr. 24) í dystinum millum NSÍ og B36, Betri deildin menn, 28.08.2022, hóast hann ikki
stóð skrivaður á dómaraseðlanum.
Umsitingin hevur kannað málið, og hevur dómarin staðfest, at tá hann skuldi útfylla inn- og útskiftingar, gjørdist hann varugur við, at leikarin Ragnar Samuelsen (nr. 24) ikki stóð á dómaraseðlanum.
Ragnar Samuelsen (nr. 24) bleiv innskiftur fyri Martin Agnarson (nr. 30) í 91. min. B36 er hoyrt í málinum, og halda teir støðan er óheppin, men vísa á, at teir meina avgjørt, at Ragnar Samuelsen (nr. 24) var á dómaraseðlanum, tá teir avgreiddu dómaraseðilin, so okkurt tekniskt óhapp má verða hent. Eisini vísa teir á, at teir fingu ikki nakað avrit av dómaraseðlanum áðrenn dyst, soleiðis sum vanligt er.
Umsitingin hevur hugt eftir logginum í Comet, og har sæst umrøddi leikari ongantíð at verða komin á dómaraseðilin. Somuleiðis er fyrispurningur sendur til veitaran av Comet skipanini, og hava tey
eisini hugt loggin ígjøgnum, og er leikarin ongantíð skrásettur til viðkomandi dyst , - so teirra niðurstøða er, at tað er ikki ein system feilur, men eitt menniskjaligt mistak.
Umsitingin hevur kannað, um líknandi mál hava verið í landskappingini seinastu árini, og serliga síðani skipanin við agareglugerðini varð sett á stovn í FSF 3. mars 2007.
EIn líknandi støða var í dystinum millum B36-Skála, Formuadeildin, 13.mai 2007. Tað málið fór gjøgnum allar rættarinnstansirnar í FSF, og varð endaliga niðurstøðan hjá yvirkærunevndini, at felagið (Skála) skuldi ikki dømast ítróttarliga, men harafturímóti fáa eina bót á kr. 10.000 fyri fyrisitingarligt brot.
Støðan varð tikin útfrá fylgjandi kriterium:
- Hvussu álvarsligt brotið var
- Hevði leikarin loyvi at spæla við felagunum á dystardegnum?
- Sektin má samvara brotinum, útfrá vanligum løgfrøðisligum grundreglum um proportionalitet
Niðurstøðan hjá yvirkærunevndini var tá ma.:
- Leikarin hevði loyvi at luttaka í kappingini á dystardegnum
- Tað var einki í málinum, sum vísti, at annað enn eitt fyrisitingarligf mistak var hent
- Dómaseðilin hevði pláss fyri einum leikara afturat
- Felagið hevði ongan ítróttarligan fyrimun fingið av hendingini
Endaliga niðustøðan hjá yvirkærunevndini varð tikin útfrá praksis í Føroyum og øðrum Norðanlondum.
--
Samanbera vit málið frá 2007 og dystin viðvíkjandi innkomna málinum, so eru tey identisk, burtursæð frá, at í 2007 vórðu dómaraseðlarnir skrivaðir við hond, meðan teir í dag verða innlisnir digitalt í Comet.
Útfrá at fylgjandi fakta í málinum:
- Leikarin Ragnar Samuelsen (nr.24) hevði loyvi at luttaka í kappingini á dystardegnum
- Tað er einki í málinum, sum vísir, at annað enn eitt fyrisitingarligf mistak er hent
- Dómaseðilin hevði pláss fyri einum leikara afturat
- Felagið hevur ongan ítróttarligan fyrimun fingið av hendingini
Er niðurstøðan hjá Kappingarnevnd FSF´s, at málið skal ikki hava eina ítróttarliga sekt, men eins og í 2007, so verður sekt givin fyri eitt fyristingarligt brot, - tí tað er altíð ábyrgdin hjá eisntøku feløgunum, at teirra partur av dómaraseðlanum er rætt útfyltur. B36 fær tískil eina sekt á kr. 10.000.
Avgerðin kærast til Aganevndina sambært grein 5 j í Agareglugerðini.
Møgulig kæra skal stílast til Aganevndina, men skal sendast FSF innan 5 dagar eftir móttøku av hesum skrivi. Kærugjald á kr. 1.000,- skal verða goldið innan somu tíðarfreist, eins og kæran skal stiðja seg til próvskjøl og grundir, sum ásett í Agareglugerðini, og sum sæst her: www.fsf.fo/fsf/logir-og-reglur-2/logir-fyri-fsf/agareglugerdin/