Lagt er upp til fimm spennandi dystir í 6. umfari í EFFO-deildini. Jóannes Jakobsen metir um dystirnar í sætta umfari í Effo-deildini, sum verða spældir sunnudagin 17. apríl
Millum annað væntar hjálparvenjarin hjá landsliðnum, at NSÍ vinnur á Víkingi. Nakað, sum teir ikki hava klárað í tvey ár. Í sendingini eru eisini øll málini í 5. umfari, sum varð spælt farna vikuskifti.
Dystirnir eru hesir:
NSÍ - Víkingur
HB - AB
KÍ – B36
TB - ÍF
Skála - B68










