NSÍ hevði møguleika at vinna gull í næstbestu deildini, og møguleiki var fyri, at Skála kundi flyta niður, tá ið grannarnir í Runavíkar kommunu seinnapartin hittust á Skála.
Úrslitið varð 2-2. Tað bar við sær, at NSÍ misti møguleikan at vinna næstbestu deildina. NSÍ hevur undan síðsta umfari 50 stig, meðan KÍ er topplið við 54 stigum.
Møguleiki er framvegis fyri, at Skála kann flyta niður. Skála er á sjeynda plássi við 28 stigum. B36 hevur 27 stig, og HB, sum klokkan 17.30 spælir ímóti Víkingi, hevur 26 stig.
Pætur Turiðarson Skipanes legði NSÍ framum miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og tá ið ein stórur hálvur tími var farin, javnaði Djóni Petersen til 1-1. Seks minuttir undan steðginum legði Atli D. Petersen NSÍ aftur á odda, og hálvleiksstøðan var 2-1 til NSÍ.
Fýra minuttir eftir steðgin sá Rói Olsen hjá Skála gula kortið, og tá ið hann í 64. minutti aftur sá gult, so varð Skála undirmannað.
Kortini eydnaðist tað Skála seks minuttir undan leikloki at javna til 2-2. Málskjútti var innskifti Kristian Martin Jakobsen, sum tveir minuttir frammanundan var komin á vøllin.
Í síðsta umfari, sum verður fríggjadagin, skal Skála spæla á útivølli ímóti Víkingi, og NSÍ skal spæla á heimavølli ímóti B71.