NSÍ: Vil spæla á hægsta stigi

Heðin á Lakjuni heldur, at hann eigur enn nøkur góð fótbóltsár eftir í sær, og tí valdi hann at skifta til NSÍ og Vodafonefótbólt

Heðin á Lakjuni er sera fegin um, at hann valdi at fara til NSÍ. Við sær til Runavíkar hevur Heðin eisini yngra bróðurin, Oddmar. – Eg kenni meg væl móttiknan í Runavík. Fólkini eru sera fitt og fyrikomandi her, greiðir Heðin frá.
Spurdur um, hvør ambisjónin er, svarar hann: – Tað er fyrst og fremst at sleppa at spæla í Vodafonedeildini.
Heðin dylur heldur ikki, at tað telur eisini uppeftir, at NSÍ skal royna seg í undankappingini í Europa League, og at felagið á eystara armi á Skálafjørðinum hevur verið millum tey fremstu feløgini í bestu deildini tey seinnu árini.
– Eg eri ikki elligamal í fótbóltshøpi enn, men eg veit ikki, hvussu mong ár eg kann spæla aftrat í bestu deildini, so eg taki eitt ár í senn nú, sigur Heðin, sum er føddur í 1978 – sama ár, sum NSÍ vann gomlu 2. deild á øðrum sinni.

Fjórða felagið
Heðin er vanur við stór fótbóltsfeløg í Føroyum. Hann hevur roynt seg á besta liðnum hjá bæði KÍ, HB og B36, og hevur hann vunnið greipuna í øllum trimum feløgunum, sum er eitt staðfest føroyskt met.
Spurdur um hvussu hann metir NSÍ verða sum felag í mun til HB, KÍ og B36, svarar Heðin: – NSÍ er eitt stórt felag. Teir hava ligið í oddinum í eitt áramál, so vit tosa avgjørt um eitt stórt felag, sum hevur ein stóran limaskara.
Heðin metir, at tað hevur gingið rímuligt í venjingardystunum, har venjarin, Pauli Poulsen, hevur gjørt nógvar ymiskar disposisjónir og hevur brúkt allar spælarar, og Heðin hevur spælt bæði á bakkplássinum og á vinstra vongi í venjingardystunum. Tá talan er um úrslit, hevur bæði gingið upp og niður, men soleiðis er tað so ofta í hesum dystunum.
Samanborið við farna kappingarár, er hópurin hjá NSÍ rættiliga øðrvísi samansettur, men Heðin á Lakjuni heldur, at tað hevur gingið væl at samansjóðað liðið, bæði á vøllinum og uttanfyri:
– Tað gongur rætta vegin við tí. Eg haldi, at tað hevur stórt sæð gingið væl hesum viðvíkjandi. Vit eru byrjaðir at spæla rímuliga væl á vøllinum. Vit standa saman um uppgávuna, bæði á vøllinum og uttan fyri vøllin, staðfestir hann.

Væntar harða kapping
Tá tosið kemur inn á komandi kappingina, væntar Heðin, at tað verður ein hørð kapping:
– Verður hugt at liðunum í Vodafonedeildini í ár, so stendur helst øllum greitt, at talan verður um eina harða kapping um fýra tey ovastu plássini. Eg meti sjálvur, at tað kann gerast eitt stríð millum sjey lið um at røkka fýra teimum ovastu plássunum, sigur klaksvíkingur í Runavík.
– Tað verður ógvuliga hart hjá okkum, men málsetningurin verður at enda millum fýra tey ovastu liðini, sigur Heðin, sum gleðir seg til tær mongu grannauppgerðirnar, sum NSÍ skal royna seg í. Og hann gleðir seg serliga til grannauppgerðirnar millum NSÍ og B68, ið altíð hava verið nakað heilt serstakt.
Tey seinnu árini hevur Heðin ikki verið nógv inni í landsliðshitanum, men hevur hann eitt gott kappingarár og fær møguleikan, er hann aftur til reiðar at stríðast fyri land sítt á leikvøllum kring Europa.