NSÍ vil hava FSF at døma KÍ at tapa steypadystin

Leiðslan í NSÍ góðtekur ikki, at steypadysturin fyrr í dag varð útsettur, men heldur í staðin, at KÍ skal varpast úr steypakappingini, tí felagið fyrr í dag ikki hevði syrgt fyri, at tað bar til at spæla í Klaksvík

KÍ og NSÍ spældu ikki ásetta dystin í kappingini um løgmanssteypið í dag. Tað varð boðað frá, at dysturin var útsettur til týskvøldið klokkan 19, tí annar at stólpunum í øðrum málunum í Klaksvík ikki er, sum hann eigur at vera.

Nú fær málið eftirspæl á skrivaraborðinum, áðrenn tað verður greitt, um dysturin verður spældur týskvøldið.

Um tað verður, sum NSÍ vil hava tað at vera, so verður eingin dystur týskvøldið, tí NSÍ vil hava, at FSF dømir KÍ at tapa dystin og harvið NSÍ at halda fram í kappingini.

NSÍ hevur kært KÍ til Fótbóltssambandið.

Formaðurin í NSÍ, Dánial Hansen, skrivar soleiðis í kvøld:

Kæra í samband við dystin í kappingini um Løgmanssteypið í millum KÍ- NSÍ

NSÍ góðtekur ikki at dysturin verður útsettur og fluttur til týskvøldið tann 20. apríl. Henda avgerðin er tikin av KÍ, uttan at NSÍ hevur góðtikið avgerðina.

Kl. 14:09 í dag verður NSÍ spurt (eftir áheitan frá dómaranum Petur Reinert um at fáa leikt dystin í dag) um dysturin kann verða í Runavík kl. 16kl. 17 ella seinni í dag, tí at eitt av málunum í Klaksvík hevur skaða. NSÍ góðtók at dysturin kundi leikast við Løkin í Runavík í dag, sunnudagin 18 apríl. 

Samskiparin og Ítróttarstjórin hjá NSÍ venda við aftur, á veg til Klaksvíkar, tí teir skulu gera klárt um dysturin verður í Runavík. 

Tá onki frættist úr Klaksvík, ringir Ítróttarstjórin hjá NSÍ aftur til Klaksvíkar, og fær at vita at nú er avgerð tikin um, at dysturin er útsettur og fluttur til týskvøldið kl. 19. NSÍ góðtekur ikki hesa avgerð. 

Samskiparin hjá NSÍ ringir síðan til Kappingarleiðaran hjá FSF kl. 14:37, fyri at kannað um dysturin endaliga er útsettur ella avlýstur, men Kappingarleiðarin hjá FSF veit einki um broytingar til dystin.

Vit vilja vísa á, at KÍ hevur havt møguleika at bøta um skaðan á málið, tí í sambandi við dystin í móti EB/Streymi fyri viku síðani, vóru eisini trupulleikar við málinum. 

NSÍ hevur fyrireikað seg til dystin í dag og vit góðtóku enntá at hýsa dystin við Løkin í Runavík í dag. Tí góðtaka vit ikki, at dysturin 45 minuttir áðrenn dystarbyrjan verður útsettur og ásettur av KÍ til týskvøldið. 

Vit krevja, at KÍ verður dømt at tapa dystin, tí vøllurin ikki var klárur til dystarbyrjan, og ikki vildi flyta dystin til Runavíkar, sum NSÍ annars var spurt um av dómaranum og hevði góðtikið.