NSÍ við framrættaðum útgangsstøði

- Okkara útgangsstøði er ongantíð at dúva upp á eitt stig. Vit ætla at leypa á í kvøld.

Tað sigur Pauli Poulsen, venjari hjá NSÍ. Hann og runavíkingar spæla í Sarpugerði móti Víkingi í kvøld.

 

NSÍ tapti tveir landskappingardystir fyri Víkingi í fjør.

 

- Tað kann vísa seg, at vit vera nøgdir, um vit fáa eitt stig. Vit hava ongantíð verið bangnir fyri at spenna álopsbogan, og tað eru vit heldur ikki í kvøld, sigur hann.

 

Jógvan Martin Olsen, venjari hjá Víkingi, ætlar sær uppreisn eftir tapið fyri EB/Streymi síðsta vikuskifti.

 

- Hetta er ein nýggjur dystur, og vit eru til reiðar, sigur hann við Rás2.

 

Páll Klettskarð, Víkingur, er langtíðarskaddur og er ikki við í kvøld. Klæmint A. Olsen, NSÍ, er leikbannaður. Annars eru allir mans tøkir.

 

Dysturin byrjar klokkan 18.00.