NSÍ-verjan innkallað til landsliðið

Tríggir verjuspælarar hjá NSÍ hava fingið boð til landsdystirnar hjá Føroyum ímóti Fraklandi og Ukraina

Føroyska fótbóltslandsliðið manglar fleiri verjuspælarar til EM-dystirnar ímóti Fraklandi og Ukraina, og nú hevur Jógvan Martin Olsen sent boð eftir NSÍ-verjuni til dystirnar. Seinast var bert Johan Troest Davidsen úr NSÍ-verjuni úttikin til landsliðið, men hesaferð hava eisini Óli Hansen og Einar Hansen fingið boð. Harafturat er Rókur av F. Jespersen úr HB við fyri fyrstu ferð í landsliðshópinum, meðan landsliðsvenjarin ikki hevur funnið pláss til fyrrverandi liðskiparan Óla Johannesen í hópinum.

Landsliðshópurin til næstu EM-dystirnar sær soleiðis út:

Jákup Mikkelsen, Fróði Benjaminsen, Mikkjal Thomassen, Herbert í Lon Jacobsen, Bergur Midjord B36, Andrew av Fløtum, Rógvi Jacobsen, Kári Nielsen, Rókur av F. Jespersen HB, Christian Høgni Jacobsen, Hjalgrím Elttør, Jóhan Trost Davidsen, Einar Hansen, Óli Hansen NSÍ, René Tórgarð, Hans Pauli Samuelsen EB/Streymur, , Símun Samuelsen Notodden, , Christian L. Holst Lyngby, Jón Rói Jacobsen, Súni Olsen Aab. Afturat hesum er Atli Danielsen Frem úttikin til dystin móti Ukreina.