NSÍ var sum hamskift

B36 er á veg suður aftur í høvuðsstaðin við fjórða tapinum á rað

Tað er fagnaður í NSÍ leguni, og lagið er einki at reypa av í B36 leguni.

Í kvøld varð punktum sett fyri sjeynda umfar. Tað var við Løkin í Runavík, har NSÍ vann 2-1 ímóti B36.

Í fyrra hálvleiki sá tað út til, at hetta skuldi verða kvøldið hjá B36 og ikki minst fyrrverandi NSÍ spælaranum, Árna Frederiksberg, sum fyri fyrstu ferð við nýggja felaga sínum var og vitjaði barndómsfelagið.

B36 legði seg í fyrra hálvleiki framum, og málskjútti var Árni Frederiksberg. Hann vann fríspark mitt fyri og 23 metrum úr málinum. Úr sovornum støðum hevur hann ofta skorað fyri NSÍ. Í kvøld skoraði hann ímóti NSÍ, tá ið hann hegnisliga lyfti bóltin uppum manngarðin og dygst inn við stólparótini.

Beinanvegin eftir steðgin javnaði NSÍ. Málskjútti var Jann Martin Mortensen, sum var merkiliga leysur í B36 brotsteiginum, eftir at Búi Egilsson hevði lagt innfyri úr vinstru.

NSÍ hevði greiða yvirvág. Fyrr í ár hevur ofta verið sagt, at teir gulu og svørtu sparkaði ov nógv. Soleiðis var ikki í kvøld. NSÍ hevði bóltin meiri, og heimaliðið spældi skilagott. Teir hildu bóltin á jørðini, teir fluttu seg væl fyri hvørjum øðrum, og teir vístu fínan hugburð í nærdystunum.

Heimatýstið bar fleiri hornaspørk við sær, og tað var eftir eitt sovorðið, at teir skoraðu sigursmálið. Klæmint A. Olsen spældi Pól Jóhannus Justinussen leysan, og so var fagnaður í heimaleguni um 2-1 málið.

Teir í B36 royndu og royndu, men tað riggaði ikki væl. Teimum restaði mannin, sum kundi seta álopsspælið saman, og innskifti Mihal Przybylski var ikki nóg neyvur, tá ið hann eftir innlegg frá Lukasz Cieslewicz hevði møguleika at skora við høvdinum.

Hetta var annar heimsigurin hjá NSÍ á rað, og hetta var fjórða B36 tapið á rað.

NSÍ hevur trettan stig, og B36 hevur tólv stig. 

http://www.in.fo/myndasavn/

Beinleiðis frásøgnin á in.fo http://www.in.fo/matches/?no_cache=1&tx_iklivescores_match%5Bmatch%5D=589&tx_iklivescores_match%5Baction%5D=show&tx_iklivescores_match%5Bcontroller%5D=Match&cHash=4840bd8e6f906d4cb3a4f4b7e860e89b

NSÍ - B36 2-1 (0-1)

0-1: Árni Frederiksberg

1-1: Jann Martin Mortensen

2-1: Pól Jóhannus Justinussen

Dómari: Lars Múller