NSÍ var eirindarleyst úr 11 metrum

Løgmanssteypið: Allir NSÍ spælararnir skoraðu, tá ið tað var neyðugt í Streymnesi at avgera í brotssparkskapping

Tað var stórur dramatikkur, tá ið EB/Streymur í kvøld tók ímóti favorittunum í NSÍ í kapping um at vinna seg í fjórðingsfinaluna í steypakappingini.

Tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð eftir vanliga leiktíð, vísti máltalvan 1-1. So var neyðugt við longdari leiktíð, men tað broytti ikki støðuna.

Í brotssparkskappingini umsettu allir fimm NSÍ spælararnir royndina úr 11 metrum til mál. Tí var tað avgerandi, at ein av heimamonnunum misnýtti av brotssparksblettinum.

Teitur D. Olsen legði EB/Streym framum í 29. minutti, og fýra minuttir eftir steðgin javnaði Petur Knudsen til 1-1.

NSÍ hevði seks horna, og EB/Streymur hevði tvey horna.

Í atsóknum móti málinum stóð mest sum á jøvnum. Tað gjørdi tað mest sum eisini í brotssparkskappingini, tá ið fimm NSÍ spælarar skoraðu, og tá ið fýra EB/Streyma spælarar skoraðu og ein misnýtti.

Síðstu árini hevur Rógvi Egilstoft Nielsen verið álitismaður og liðformaður í EB/Streymi. Í ár er hann miðverji í NSÍ, og tað lagaði seg soleiðis, at tað var hann, sum við síðsta brotssparkinum staðfesti, at EB/Streymur ikki longur er partur av steypakappingini, meðan NSÍ framvegis hevur møguleika at spæla seg í finaluna, sum verður leygardagin 5. desember.

 

EB/Streymur - NSÍ 1-1 (1-0) 5-6 eftir brotssparkskapping

1-0: Teitur D. Olsen

1-1: Petur Knudsen

Brotssparkskapping

2-1: Símun Sólheim

2-2: Jann Benjaminsen

2-2: Ragnar B. Danielsen misnýtt brotsspark

2-3: Klæmint A. Olsen

3-3: Hjalti K. Djurhuus

3-4: Jann Martin Mortensen

4-4: Andras Ó. Olsen

4-5: Aron Knudsen

5-5: Árni G. Olsen

5-6: Rógvi Egilstoft Nielsen