Eftir 5-1 sigurin á Barry Town úr Wales kom NSÍ í kvøld av álvara niður aftur á jørðina.
Á Pittodrie leikvøllinum í Aberdeen vann heimaliðið 6-0. Hetta er størsta tap, sum NSÍ hevur lagt rygg til í altjóða fótbólti í 17 ár.
Í 2002 endaði NSÍ fyri fyrstu ferð á øðrum plássi í landskappingini. Tí luttók NSÍ í 2003 fyri fyrstu ferð í europeisku kappingunum. Fyrsta mótstøðuliðið í UEFA Cup var norska Lyn. Á heimavølli skoraði NSÍ eitt mál og tapti 3-1. Á norska tjóðarvøllinum vann Lyn 6-0.
Hetta var fyri snøggum 17 árum síðani – 28. august 2003
Tað var ta ferðina, at bosniski álopsspælarin Eldar Hadzihmemedovic skoraði øll seks málini á Ullevaal stadion í Oslo. Eingin av teimum, sum vóru við í Oslo í 2003, er longur á spælaralistanum hjá NSÍ.
Fyri einari viku síðani vann NSÍ seg við glæsiligum 5-1 heimasigri ímóti Town Berry úr Wales seg fyri fyrstu ferð víðari í europeiskari kapping, og í kvøld endaði tað við 6-0 tapi ella sama úrslit, sum tá ið NSÍ fyri 17 árum síðani fyri fyrstu ferð luttók í europeiskari kapping.
Heimaliðið var greitt oman á alla tíðina. Luturin hjá NSÍ var at verja, og tað megnaði føroyska liðið væl inntil í 37. minutti. Tá eydnaðist tað Aberdeen at fáa hol í. Eftir fyrra hálvleik var 2-0, og í seinna hálvleiki skoraði heimaliðið í eitt lítið korter trý mál.
Tennisúrslitið varð staðfest við brotssparki tríggjar minuttir undan leikloki. Málskjútti tá var Ryan Hedges, sum harvið skoraði hattrikk.
Harvið er leikluturin hjá NSÍ altjóða fótbólti av á hesum sinni. 2020 er skrivað í NSÍ søguna sum árið, tá ið tað á fyrsta sinni eydnaðist liðnum at vinna seg víðari úr fyrsta umfari í europeiskari kapping.
Aberdeen FC – NSÍ 6-0 (2-0)
1-0: Lewis Ferguson 37.
2-0: Curtis Main 43.
3-0: Ryan Hedges 50.
4-0: Ryan Hedges 59.
5-0: Jonny Hayes 63.
6-0: Ryan Hedges br 87.
NSÍ: Tórður Thomsen – Bárður J. Hansen (Jákup Jakobsen, 60.), Jóhan Troest Davidsen, Oddur Á. Højgaard, Rógvi Egilstoft, Jann Benjaminsen – Salmundur Bech (Aron Knudsen, 88.), Jesper Flinck Christjansen, Mórits Heini Mortensen (Steffan A. Løkin, 71.) – Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen
Á beinkinum: Karstin Hansen, Búi Egilsson, Jann Martin Mortensen, Pætur Turiðarson Skipanes
Gult kort: Oddur Á. Højgaard, Jóhan Troest Davidsen
Venjari: Glenn Ståhl