2.deild
Sumbingar vóru á vitjan í Runavík um vikuskiftið, og taptu heldur óvæntað við trimum málum ímóti einum. Dysturin varð ikki so vælleiktur, og tað vóru ikki teir stóru málmøguleikarnir. Í fyrra hálvleiki kom heldur ikki meir tað ein málið. Miðskeiðis í hálvleikinum brodera runavíkingar seg ígjøgnum úti í høgru síðu, og eftir innlegg endar tað við, at Sverri Justinussen leggur heimaliðið á odda. Serliga fyrri hálvleikur var linligur av báðum liðum, verður sagt úr Runavík.
Sumba trýst
Í seinna hálvleiki løgdu sumbingar trýst á heimaliðið, men teir komu ikki fram til teir heilt stóru málmøguleikarnir. Ístaðin vinnur NSÍ bóltin av einum Sumba-verjuleikari, og tað eydnast Andie Olsen at leggja bóltin fyri føturnar á Mortani Hansen, ið kundi økja um NSÍ-leiðsluna. Hetta mátti tykjast hugtungt fyri sumbingar, sum hesa løtuna høvdu greiða yvirvág í spæli. Stutt eftir hetta, svaraði Sumba aftur. Jan Poulsen roynir seg við skoti útifrá, skotið er heldur veikt, men onkursvegna missir NSÍ-málverjin bóltin innum strikuna.
Eftir, at Sumba hevði minkað um munin, løgdu teir stórt trýst á heimaliðið fyri at fáa tað útjavnandi málið. Sumbingar høvdu millum annað fleiri skotroyndir. Men fimm minuttir áðrenn leiklok sløkti Mortan Hansen vónina hjá sumbingum, tá hann skeyt sítt seinna mál. Málið kom eftir eitt persónligt mistak í Sumba-verjuni, har ein verjuleikari spælir Mortan púra fríðan, ið lættliga kann seta bóltin í málið til endaligu støðuna 3-1 til NSÍ.
NSÍ-Sumba 3-1 (1-0)
1-0 Sverri Justinussen
2-0 Mortan Hansen
2-1 Jan Poulsen
3-1 Mortan Hansen