Føroyska útgávan av Charity Shield var um vikuskiftið, tá meistararnir úr NSÍ og steypavinnararnir úr EB/Streymi dystaðust.
Tað kostaði EB/Streymi dýrt, at teir allan 2. hálvleik vóru noyddir at spæla við tíggju monnum í steypadystinum ímóti NSÍ í dag.
Fyrri hálvleikur var málleysur, og einki bendi á, at munurin skuldi gerast serliga stórur. Í síðstu sekundunum undan hvíldini varð EB/Streyma miðvallarin Mikkjal Thomassen rikin av vølli, og í 2. hálvleiki var munurin eyðsýndur millum teir tíggju í EB/Streymi og teir ellivu í NSÍ, sum vunnu 4-0
Jónhard Frederiksberg skoraði til 1-0 í 57. minutti, og tíggju minuttir seinni økti Óli Hansen til 2-0. Tað restaðu trettan minuttir, tá ið innskifti Øssur Dalbúð økti til 3-0, og í 80. minutti skoraði Sjúrður Jacobsen til 4-0.
Hesi bæði liðini verða mett at skula teljast millum teirra, sum fara at stríðast í toppinum í landskappingini í ár. Fyrsta umfarið í tí kappingini verður síðsta vikuskifti í mars.