Tað var klassamunur, tá ið teir næstbestu hjá NSÍ høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá Skála.
Í góðveðrinum við Løkin vann heimaliðið 7-1 eftir 3-1 í hálvleikinum. Tvey av NSÍ málunum vórðu skorað av brotssparksblettinum, og Skála málið var skorað við brotssparki.
Úrslitið ber við sær, at NSÍ hevur 43 stig og er á bronsuplássinum – fýra stig frammanfyri B68 á fjórða plássi og átta stig aftanfyri ÍF.
Andri Benjaminsen legði heimaliðið framum, tá ið eitt korter var farið. Sjey minuttir eftir steðgin skoraði hann fyri aðru ferð, tá ið hann økti til 4-1.
Jann Martin Mortensen var trífaldur málskjútti. Hann økti til 2-0 við brossparki, , hann økti til 5-1 tíggju minuttir eftir steðgin, og tíggju minuttir undan leikloki umsetti hann aftur brotsspark til mál.
Stefan Løkin skoraði til 3-0, og innskifti Dávid á Roykheyggi staðfesti rimmar heimasigurin, tá ið tað restaðu níggju minuttir.
Einasta Skála málið skoraði Jannik M. Olsen, sum Skála fyrr í ár leigaði úr NSÍ, tá ið hann í síðsta minutti undan steðginum umsetti brotsspark til mál.
Skála er á áttanda plássi við 22 stigum.
Næsta leygardag fær Skála vitjan av HB, meðan NSÍ skal til Klaksvíkar.