NSÍ vann í evstu løtu

Tað var ikki fyrr enn langt inni í yvirtíðini, at Klæmint Olsen og NSÍ vunnið dystin móti botnliðnum AB

AB - NSÍ 2-3 (1-1)

Argjamenn komu annars á odda í fyrra hálvleiki, tá Kristian Joensen í NSÍ mál­inum var ov djarvur og fór úr málinum eftir bóltinnum. Tað endaði við, at Bjartur Kjærbo var fyrstur á bóltin og sendi hann innfyri til Sorin Anghel, sum prikaði bóltin seinasta pettið um mál­strikuna.
Síðani trýsti NSÍ og lønin kom sjey minuttir fyri hálvleik, tá Árni Frederiks­berg úr vinstru sendi bóltin framvið Heðini Stenberg í AB málinum.
Í seinna hálvleiki gekk javnt á leingi. Tjúgu minuttir fyri tíð sendi Dan Petersen bóltin innfyri úr høgru. Inni í brotsteiginum var innskifti Rógvi Poulsen fyrstur á og skoraði.
Tríggjar minuttir seinni kom mest umtalaða hend­ing­ini í dystinum, tá Dan Petersen feldi Árna Frederiks­berg. Argjamenn vóru í øðini um dømingina. Tað vóru tey flestu kring vøllin eisini, men sjónvarpsmyndirnar vísa, at Eiler Rasmussen hevði fullan rætt at blása í floytuna, tí tað var kontakt millum spæl­ar­arnar. Klæmint Olsen um­setti til 2-2.
Leingi sá út til, at tað fór at enda við javnleiki, men væl inn í yvirtíðina sendi Karl Løkin hornaspark innfyri og Klæmint Olsen var hægstur og skoraði til endalga úrslitið 3-2.
– Tá ið vit ikki skora sigurs­málið fyrrenn í evstu løtu, so kunnu vit ikki siga annað, enn at tað at enda koppaði okkum til fyrimunar, og at vit harvið vóru hepnir. Hetta var ikki ein av okkara bestu dystum, segði Ábraham Løkin, venjari hjá NSÍ, eftir dystin.
Venjarin hjá AB, Sámal Erik Hentze, var ikki blíður um brotssparkið, sum NSÍ fekk.
– 22 spælarar halda ikki tað er brotsspark, men tað ger dómarin. Eg kann ikki brúka tað til nakað. Vit mugu bara kempa víðari. Tað eru 63 stig eftir at spæla um. Vit flyta ikki niður í ár, segði Sámal Erik Hentze.
Hetta er annar sigur­in hjá NSÍ í hesum kapp­ingar­árinum og í báðum førinum er sigurin komin í evstu løtu.