Tað gekk javnt fyri seg í fyrra hálvleiki í dystinum millum NSÍ og EB/Streym. Bæði liðini vístu gott fótbóltsspæl, og tey skaptu nógvar kjansir. Men tað lukkast ikki at skora.
EB/Streymur byrjaði seinna hálvleik betur, og teir høvdu eina roynd á stongina beint eftir steðgin.
Tá 54 minuttir vóru spældir legði Christian Høgni Jacobsen NSÍ fram um. EB/Streymur hevði horna, sum NSÍ fekk beint av vegnum. Bólturin endaði hjá Christian Høgna, sum rann meira enn eina hálvu við bóltinum. Hann rann frá verjuspælara og rundaði málmannin, áðrenn hann skoraði til 1-0.
Christian Høgni Jacobsen økti til 2-0 við brotssparki, sum varð dømt ímóti Tróndi Vatnhamar. Dómarin metti, at hann feldi Klæmint Olsen, men Tróndur var sera misnøgdur við dómin.
Arnbjørn Hansen minkaði til 2-1 eftir trunkaspæl í NSÍ-brotsteignum.
NSÍ-EB/Streymur 2-1 (0-0)
1-0: Christian Høgni Jacobsen, 54.
2-0: Christian Høgni Jacobsen, brts., 69.
2-1: Arnbjørn Hansen, 73.
NSÍ: Andras Gango ? Jónhard Frederiksberg, Johan T. Davidsen, Jens Joensen, Einar Hansen ? Jan Martin Mortensen, Jann Ingi Petersen, Jústinus Hansen, Heðin á Lakjuni ? Klæmint Hansen, Christian Høgni Jacobsen
EB/Streymur: Tróndur Vatnhamar ? Gert Hansen, Danjal Davidsen (Arnar Dam), Marni Djurhuus, Leif Niclasen ? Gudmund Nielsen, Kristoffur Jakobsen, Pætur D. Jacobsen, Sorin Anghel, Hans Pauli Samuelsen ? Arnbjørn Hansen