NSÍ vann aftur í dag

Hans Marius Davidsen var einasti málskjútti, tá ið teir næstbestu hjá HB vitjaðu við Løkin

Fyrsti dysturin í triðja umfari í næstbestu deildini var tíðliga seinnapartin.

Teir næstbestu hjá HB vóru gestir hjá NSÍ við Løkin í Runavík.

 

Mikukvøldið vann HB útsettan dyst á Skála 1-0.

Í dag noyddust havnarmenninir suður aftur við 1-0 tapi.

Einasta málið skoraði Hans Marius Davidsen longu í áttanda minutti.

Úrslitið ber við sær, at NSÍ framvegis er ósigrað – tveir sigrar og ein javnleikur.

 

Nú besta deildin heldur frí, vóru onkrir, sum oftast eru á listanum í bestu deildini, á vøllinum.

Hjá NSÍ vóru tað eitt nú Per Langgaard, Karl Løkin og Jann Martin Mortensen.

Hjá HB vóru tað Hjalti Kárason Djurhuus, Jógvan Skeel Nolsøe og Niklas T. Kruse.

HB hevur vunnið ein dyst og tapt tveir dystir.