Ivamál er við málverjanum, Kristiani Joensen, sum ikki hevur vant í vikuni, meðan Einar Tróndargjógv hevur leikbann, nú NSÍ skal takast við argjamenn í kvøld í sætta umfari í Effo-deildini.
NSÍ hevur fingið eina undir miðal byrjan upp á kappingarárið. Teir hava fingið fimm stig og tað meta fleiri er í minna lagið, tá hugsað verður um tilgongdina. Í kvøld hava teir so møguleikan at leggja trý stig afturat teimum fimm, sum teir hava fingið.
Landsliðseykamálverjin, Kristian Joensen, hevur ikki vant í vikuni tí hann hevur trupulleikar í lýskuni. Hann spælir væntandi. Verður hann ikki klárur, so verður tað Pætur Høj, sum verjir málið.
Einar Tróndargjógv hevur leikbann, tí hann fekk tvey gul kort í dystinum móti B36. Í hansara stað kemur sum skilst Sjúrður Jacobsen.
Dysturin millum AB og NSÍ byrjar klokkan 18.00 og er á Argjum.
Portalurin metir.
NSÍ: 4-2-3-1
Kristian Joensen(Málverji) - Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Pól Jóhannus Justinussen, Sjúrður Jacobsen - Karl Løkin, Magnus Olsen - Andy Olsen, Jann Martin Mortensen, Árni Frederiksberg - Klæmint A. Olsen