NSÍ umhugsar at kæra Kringvarpið

Starvsnevndin hjá NSÍ, Nes sóknar Ítróttarfelag, sigur í eini fráboðan í kvøld, at felagið einki hevur hoyrt aftur frá Kringvarpinum, tó at felagið ynskti umbering fyri "eitt sera ærumeiðandi innslag um dystin millum NSÍ og B36 í tíðindunum", sum felagið tekur til.

- Bæði NSÍ og B36 hava gjørt vart við sína misnøgd við innslagið, men Kringvarpið hevur ikki latið við seg komið, sigur starvsnevndin.

Lagt verður aftrat, at starvsnevndin hjá NSÍ kortini hevur tikið ta støðu, at tey loyva Kringvarpinum at siga frá dystinum í morgin.

- Hetta verður gjørt fyri at virða fair play andan innan fótbóltin, fyri at virða avtaluna millum Ítróttasamband Føroya og Kringvarp Føroya um sendirættindi og fyri at virða B36 og viðhaldsfólk teirra á hesum næstseinasta leikdegnum, har B36 kann gerast føroyameistari.

Starvsnevndin sigur, at fyri at vísa sína misnøgd, ætlar felagið tó ikki at samstarva við Kringvarpið í samband við dystin. Leikarar og venjarar hava fingið boð um ikki at úttala seg til Kringvarpið.

- Vit vilja enn einaferð taka frástøðu frá ærumeiðandi innihaldinum í tíðindunum í Kringvarpinum. NSÍ er samstundis farið undir at kanna, um Kringvarpið skal kærast fyri brot á góðan fjølmiðlasið í samband við søguna í tíðindunum fríggjadagin, sigur starvsnevndin hjá NSÍ í fráboðan í kvøld.