NSÍ tryggjar sær tríggjar ungar

Poul Jóhannus Justinussen, sum síðsta ár spældi við GÍ, er nú aftur í barndómsfelagnum NSÌ. Harnæst hava Føroyameistararnir gjørt sáttmála við teir báðar Filip Jacobsen og Monrad Holm Jacobsen.

-Júst tað, at tað hevur eydnast okkum at fáa Poul Jóhannus Justinussen heimaftur úr GÍ, og at vit fyri kortum eisini gjørdu sáttmála við Filip Jacobsen og Monrad Holm Jacobsen, er tí at vit trúgva uppá okkara ungu og evnaríku leikarar, sigur Dánial Petur Hansen, formaður í NSÍ í tíðindaskrivi.

Soleiðis hevur NSÍ gjørt ikki færri enn seks nýggjar sáttmálar seinastu tíðina. Tríggjar sáttmálar við serbar og tríggjar við ungar leikarar. Dánial Petur Hansen sigur, at tey vóna, at sáttmálarnir við serbarnar fara at vera við at menna ungu leikararnar í felagnum enn meira.