NSÍ trívist væl ímóti uppflytarum

Skálamenn skulu í kommunuuppgerðini fóta sær eftir vónbrotið á heimavølli hóskvøldið

Tað er kommunuuppgerð við Løkin í Runavík seinnapartin. Hetta er onnur ferðin í ár, at Skála vitjar NSÍ. Í triðja umfari vann NSÍ 2-0.

 

Hóskvøldið vóru skálamenn sera vónbrotir. Eftir at teir fyri tað mesta høvdu verið omaná, mistu teir alt ímóti KÍ, sum skoraði einsamalla málið, tá ið vanliga leiktíðin var um at vera farin.

Hóskvøldið vann NSÍ søtan 2-0 sigur í Fuglafirði. Ta ferðina skoraði Klæmint A. Olsen bæði málini, og í báðum førum átti Árni Frederiksberg uppleggið. Avbjóðingin hjá skálamonnum verður fyrst og fremst at halda teir báðar í stuttum tjóðri. Tað er fyrsta treytin, um tað skal eydnast at hava úrtøku við yvir aftur á Skála.

 

Hagtølini siga, at NSÍ sum oftast vinnur, tá ið uppflytarar og tey, sum eru millum tey aftaru á støðutalvuni, vitja við Løkin. Higartil í ár hevur NSÍ – umframt 2-0 ímóti Skála – á heimavølli vunnið 6-1 ímóti ÍF og 2-1 ímóti AB. Tølini siga, at tað gongur meiri striltið á heimavølli, tá ið tey ovastu á talvuni vitja. Higartil í ár hevur NSÍ tapt 2-1 ímóti HB og 3-1 ímóti Víkingi á heimavølli.

 

Skála bíðar framvegis eftir fyrsta sigrinum á útivølli. Úrtøkan á útivølli higartil í ár er tveir javnleikir – 2-2 í Fuglafirði og málleyst á Argjum.

 

Hjá NSÍ er Per Langgaard tøkur aftur eftir leikbann. Á Skála eru allir spælararnir tøkir.