NSÍ trý stig á Toftum

Meistararnir í Runavík hava í dag vunnið trý stig í grannauppgerðini á Svangaskarði ímóti B68.

Einasta málið skoraði Karoly Potemkin, sum í 2. hálvleiki hevði 3-4 risa møguleikar at økja um leiðsluna. Tað eydnaðist honum ikki, m. a. tí at B68 málverjin Vlada Filipovic var sera stinnur

Síðstu løtuna var NSÍ undirmannað. NSÍ miðverjin Jóhan Troest Davidsen sá reytt fyri at brúka neyðbremsuna.