NSÍ tríggjar ferðir á útivølli

Sandoyingar halda framvegis, at teir eiga at hava møguleika ímóti øllum hinum liðunum

 

B71-NSÍ:

Upptakt


Sambært kappingarskipanini áttu NSí og B71 at spælt í Runavík í morgin. Men feløgini eru vorðin samd um, at í morgin skulu tey spæla á Sandi og um, at B71 skal norður til Runavíkar í næstsíðsta umfarinum. Broytingin hevur við sær, at NSÍ hvørja ferð í teimum trimum umførunum, sum eru eftir undan summarsteðginum, skal spæla á útivølli.

Orsøkin til umbýtið er, at teir stríðast við at skifta vøll í Runavík. Teir fóru undir at taka gamla vøllin av mánamorgunin. Teir høvdu roknað við, at tað arbeiðið fór at taka tveir dagar, men teir brúktu fýra dagar um tað. Tað er ikki sum at siga tað at taka teppið av, tá 400 tons av sandi eru í tí.

At vallarumstøðurnar hava verið soleiðis hevur havt við sær, at NSÍ í hesi vikuni hevur vant í Fuglafirði og á Toftum.


Fáir skaðar

Hjá NSÍ er Djóni N. Joensen leikbannaður. Hann sá reyða kortið í stevnudystinum ímóti GÍ. Eftir drúgvan skaðasteðg er Kári Hansen farin aftur at venja. Men hann verður ikki tøkur í morgin. Allir hinir NSÍ spælararnir eru tøkir.

Hjá B71 stendur væl til við fólki. Eingin spælari er skaddir, og eingin er leikbannaður. Tað hevur ljóðað, at Eli Hentze skuldi vera leikbannaður, men hann hevur bara tvey kort á kontoini ? eitt ímóti KÍ og eitt síðsta sunnudag ímóti VB.

B71 var á odda ímóti VB, men teir taptu 3?1. Á Sandi halda teir ikki, at tað var nakar serligur munur á liðunum, og teir spyrja seg sjálvar, hvussu tað hevði tørnað út, um teir høvdu gjørt nýtslu burturúr góða møguleikanum, sum teir fingu, tá støðan var 1?0. Á Sandi ivast teir ikki í, at teir eiga at hava møguleikar ímóti NSÍ. Um teir fara at fáa nakað burturúr, er ein annar spurningur, sum ikki verður svaraður fyrrenn seinnapartin í morgin.