(Esbjerg) Hetta er bara aÝru ferÝ, at NSÍ spælir europeiskan fótbólt. Í fjør var fyrstu ferÝ, tá liÝiÝ á heimavølli tapti 3-1 móti norska Lyn og á útivølli fekk ein 6-0 avsmurning. TaÝ var í UEFA Cup-kappingini, nú er taÝ tann heldur minna InterToto Cup-kappingin.
Einki verÝur millum spælarar og leiÝarar tosa um, at »vit eru viÝ fyri at læra«, men tvørturímóti er hýrurin góÝur í hópinum og menn síggja fram til dystin í dag.
? Eg haldi, at liÝiÝ er nógv meira búgviÝ til uppgávuna nú. Í fjør høvdu flestu av spælarunum ongantíÝ fyrr spælt ein altjóÝa dyst, men eru nú tær royndirnar ríkari, sigur Jógvan Martin Olsen, venjari hjá NSÍ.
Hann heldur, at spælararnir fyrst og fremst duga betur nú at fokusera upp á næsta dystin, heldur enn at lata seg órógva av, at næstu tvær vikurnar eru í grundini fýra týÝandi og strævnir dystir á skránni.
Umframt InterToto Cup-dystirnar móti Esbjerg fB, skal NSÍ mikukvøldiÝ í næstu viku spæla heimadyst í landskappingini móti Skála og aftur annaÝ mikukvøld útidyst móti HB.
? Nú vit eru komnir á staÝiÝ og beinleiÝis fyrireika okkum til henda dystin, er taÝ sjálvandi hann, sum er í tonkunum. Men eisini haldi eg, at spælarunum dámar væl at sleppa at royna seg á ordiligum grasi, sigur Jógvan Martin.
? Vit vita, at hetta er ein torførur og krevjandi dystur, men samstundis trúgva vit upp á okkara møguleika.
Undirmettir
Hóast tíÝin átti at veriÝ farin frá, at nakar undirmetir nakran í slíkum dystum, so kundu ábendingar veriÝ um, at Esbjerg fB ikki tekur uppgávuna í størri álvara enn neyÝugt.
Á heimasíÝuni hjá felagnum verÝur róÝ framundir, at liÝiÝ fyrireikar seg til komandi superligukappingina viÝ fýra InterToto-dystum, umframt at spælararnir ikki komu aftur úr summarfrí fyrr enn í fyrradagin.
? Eg vænti, at Esberg heilt klárt undirmetir okkum, og so mugu vit bara vóna, at taÝ kann gerast okkara fyrimunur í hesum fyrra dystinum. Nú ræÝur iÝ hvussu er um hjá okkum at fáa eitt so gott útgangsstøÝi sum gjørligt, sigur NSÍ-venjarin.
? Tá vit í fjør spældu móti norska Lyn, skuldu vit tora at spæla fótbólt í seinna dystinum á útivølli, og taÝ tordu vit eisini. Prísurin gjørdist bara nakaÝ høgur, so hesa ferÝ fara vit at spæla heilt øÝrvísi.
Jógvan Martin Olsen ætlar at gera liÝiÝ so kompakt afturi á vøllinum sum gjørligt, fyri síÝani at dúva upp á kontra. Eydnast taÝ, hevur hann vónir um, at seinni dysturin kann gerast áhugaverdur, bæÝi hjá spælarum og áskoÝarum.
Undir venjingini fyrrapartin í gjár vóru ávísar ábendingar um, at uppstillingin hjá NSÍ verÝur rættiliga lík henni í síÝstu dystunum heima í Føroyum ? í øllum førum í aftastu ketuni, har Jens Martin Knudsen verÝur í málinum og Brynjolvur Nielsen, Dánial Hansen, Óli Hansen og SjúrÝur Jacobsen manna verjuna.
Á miÝvøllinum verÝa í øllum førum Ian Højgaard og Jústinus R. Hansen og so annaÝhvørt Kári Hansen ella Alexandar Jovevic. Og í álopinum verÝa Helgi L. Petersen og Jónstein Petersen í hvør sínari síÝu og so annaÝhvørt Andy Olsen ella Gert Langgaard mitt fyri.
? Esbjerg spælir viÝ rættiliga longum bóltum fram á vøllin og hóskar tí rættiliga væl til okkara, tí har er ikki so nógv smáspæl, sigur Jógvan Martin Olsen.
? Hinvegin eru teir gjarna vandamiklir í deyÝbóltsstøÝum, og serliga skulu vit ansa okkum, tá teir hava hornaspørk.